Tú kanst tekna eitt ella fleiri hald á Kunngerðaportalinum.
So hvørt nýggjar rættarreglur, ið eru í samsvari við tíni hald, verða kunngjørdar, fært tú ein teldupost sendandi. Í teldupostinum er eisini ein leinkja, har tú kanst strika tíni hald aftur.
Fyri at stovna hald skalt tú upplýsa eitt navn og eina t-post adressu. Hesir upplýsingar verða ikki nýttir til annað enn skráseting av haldum.
Um tú ikki ynskir at avmarka títt hald á nakran hátt, skalt tú einans fylla út teigarnar navn og t-postur og trýsta á knøttin tekna hald.
Um tú ynskir at avmarka títt hald, t.d. einans til Kunngerðablað A, skal tú velja Kunngerðablað A í niðurfallslistanum, ið liggur undir yvirskriftini bløð.
Í teiginum leitorð kanst tú avmarka haldini enn meira. Her verða haldini avmarkað við orðum og setningum, ið finnast í tí lýsta tekstinum.
Skrivar tú orðið festi í leititeigin, so fært tú allar rættarreglur sendandi, ið innihalda orðið festi.
Skrivar tú hesi orðini í leititeigin: búnaðarstova, festi - so fært tú einans rættarreglur sendandi, ið innihalda bæði orðini búnaðarstova og festi. Um bert annað orðið kemur fyri, fært tú einki sendandi.
Skrivar tú orðini: búnaðarstova*, festi*, so fært tú einans rættarreglur sendandi, ið bæði innihalda orðini búnaðarstova og festi. Stjørnan ger tó, at um endin á orðunum er longri enn skrivað er, verður hann tikin við kortini. Eitt nú verða endingar sum búnaðarstovan og festir tiknar við.
Tú kanst eisini tekna hald upp á setningar, setningar verða settir í gásareygu. Skrivar tú orðini: “Kærunevnd* í almanna- og heilsumálum” so fært tú rættarreglur sendandi, ið innihalda hendan setningin. Stjørnan ger, at leitað verður eisini eftir setningum, har tað stendur Kærunevndin í almanna- og heilsumálum.
Um tú ynskir, at eitt orð ikki skal koma fyri í haldinum, skrivar tú minus framman fyri orðið. Skrivar tú: búnaðarstova, festi, -mjólkneyt, so fært tú einans rættarreglur sendar, sum innihalda bæði orðini búnaðarstova og festi. Kemur orðið mjólkneyt fyri í sama skjali sum orðini búnaðarstova og festi, fært tú einki sendandi.