Haldaraskipan

Tú kanst tekna eitt ella fleiri hald á Kunngerðaportalinum.

So hvørt nýggjar rættarreglur, ið eru í samsvari við tíni hald, verða kunngjørdar, fært tú ein teldupost sendandi. Í teldupostinum er eisini eitt leinki, har tú kanst strika tíni hald aftur.

Fyri at stovna hald skalt tú upplýsa eitt navn og eina teldupost adressu. Hesar upplýsingar verða ikki nýttar til annað enn skráseting av haldum.

Um tú ikki ynskir at avmarka títt halda á nakran hátt, skalt tú einans fylla út teigarnar navn og teldupost og trýsta á knøttin tekna hald.

Um tú ynskir at avmarka títt hald, t.d. einans til Kunngerðablað A, skal tú velja Kunngerðablað A í niðurfallslistanum, ið liggur undir yvirskriftini bløð.

Í teiginum leitorð kanst tú avmarka haldini enn meira. Her verða haldini avmarkað við orðum og setningum, ið finnast í tí kunngjørda tekstinum.

Skrivar tú orðið festi í leititeigin, so fært tú allar rættarreglur sendandi, ið innihalda orðið festi.

Skrivar tú hesi orðini í leititeigin: búnaðarstova, festi - so fært tú einans rættarreglur sendandi, ið innihalda bæði orðini búnaðarstova og festi. Um endin á orðunum er longri enn skrivað er, verður hann tikin við kortini. Eitt nú verða endingar sum búnaðarstovan og festir tiknar við. Um bert annað orðið kemur fyri, fært tú einki sendandi.

Tú kanst eisini tekna hald upp á setningar. Setningar verða settir í gásareygu.
Skrivar tú orðini: "Kærunevnd í almanna- og heilsumálum" so fært tú rættarreglur sendandi, ið innihalda hendan setningin.